
Record visited 4050 times since 30/08/2007
The club has received
667 online contacts
Connected for last time: 08.28.08
| Sport: | Soccer |
|---|---|
| General Description: | Í samband við at Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, vóru gjørdir fasilitetir til frælsa ítrótt á Svangaskarði. Hesir fasilitetir umfata eina rennibreyt við seks breytum, sum er uppmerkt so at allar rennikappingar - heilt frá 100 m. til 10 km. - kunnu avgreiðast á breytini. Eisini er vatngrøv og forðingar annars til forðarenning (3000 m. forðarenning er tann mest vanliga). Sandgrøv er til longdarlop og trístøkk. Harafturat er eisini møguleiki at íðka hæddarlop, stangarlop og kúluvarp. Svangaskarð var fyrstu 20 árini einasta stadion til frælsa ítrótt í Føroyum, og føroyameistarakapping í frælsari ítrótt fyri bæði børn og vaksin varð tí hildin her mestsum á hvørjum ári. Í 2008 varð so stadion bygt í Havn, serliga ætla til frælsa ítrótt. Umframt fasilitetirnar til frælsa ítrótt er eisini ein tennisbreyt á ítróttarøkinum á Svangaskarði. Fótbólturin er í dag nógv tann størsta ítróttin hjá Tofta Ítróttarfelag, men felagið hevur fyrr eisini luttikið í føroyameistarakapping í kappróðri og flogbólti. Harumframt hevur felagið eisini okkurt skifti hýst øðrum ítróttargreinum, sum tó ikki hava verið skipaðar undir B68. Tofta Talvfelag (TT) hevur okkurt skifti hildi til í B68-húsinum. Fleiri av frægastu telvarunum hjá TT hava samstundis eisini verið hollir stuðlar hjá B68, ikki minst Hansen-brøðurnir, synir hjá Torborg og Debus. Meðan Øssur er tann í hevur gjørt mest um seg innan fótbóltin, so er tað eldri bróðurin Jens Christian, sum hevur verið drúgvasti telvarin. Hann hevur verið føroyameistari 4 ferðir og spælt 82 landsdystir í talvi, og hevur millum annað verið víð í fleiri talvolympiadum. Tveir aðrir telvarar eru, sum kunnu nevnast. Annar er Helgi Joensen, sum hevur spælt 21 landsdystir, teirra millum 9 á talvolympiadu. Hin er Jústinus Hansen, sum hevur verið á liðnum hjá Tofta Talvfelag so leingi nakar kann minnast(!!). Jústinus hevur eisini fingið tann heiður, at verða útnevndur til heiðurslim í Talvsambandi Føroya. Eitt skifti, fyrst í 1990'unum var Tofta Dartfelag við í føroyameistarakappingini í dart, og hildu tey eisini til í gamla B68-húsinum. Hetta felag er síðani dotti niðurfyri aftur. |
| Telephone No.: | Sign up or login to get the phone number |
|---|---|
| Website: | http://www.b68.fo |
| Contact Club B68 |
"The Club B68 Toftir is playing in the first league in the Faroe Islands, called the Formula Division.
Currently I´m working as headcoach in the club, and I´ve only the best recommendations for the club...A good and healthy club in the wonderful place of Faroe Islands."
16/01/2008
Bill Mc. Leod Jacobsen, Faroe Islands(Denmark)
Do you know Club B68?
MyBestPlay, the meeting point par excellence for players, coaches, agents and clubs from all over the world.
Copyright 2008 - info@mybestplay.com